Page 8

8

SJÓGVUR & FÓLK — #4

JENS KRISTIAN VANG

Fekk tað at koyra í Kollafirði: Ton Frissen

DP: Kanska. Tað at vera álítandi og kunna halda av­ tal­ur er í øllum førum eitt tað týdn­ing­ar­mesta í okkara verð. Ann­a rs skal sigast at eg eri stolt­ur av at kunna vísa á vit hava hjálpt føroyingum gjøgn­ um okkara vitan innan upp­ sjóv­ar­v innuna, bæði tøkniliga og handilsliga, og vit hava ver­ið við til at opna hurðar til nýggj­ar útflutningsmarknaðir, eitt nú í Afrika, í Russlandi og aðra­staðni eystanfyri. Lat meg leggja afturat at vit eru glað fyri okkara stak dugnaligu starvs­fólk og samstarvsfelag­ ar í Føroyum—vit komu skjótt eft­ir at fólk her duga ógvuliga væl at arbeiða og eru góð at sam­starva við. Eg vil eisini nevna okkara grannar í Kolla­ firði, Samskip, sum vit hava vit eitt frálíkt samstarv við innan frostgoymslu og flutning.   []

Hvat kann fáa ein hollending at flyta til Føroyar fyri at fáa lív í eitt øskukalt frystivirki? Svar: persónligar og tøkniligar avbjóðingar, sterkur áhugi fyri fiskivinnu, og servitan innan frystiskipanir aftur við 26 ára royndum í P&P. Búi Tyril

T

ON FRISSEN (48) kom til Føroya fyri fyrstu ferð í nov­emb­er 2009 í greiðum men ikki smáum ørindum fyri holl­endsku fiskivinnufyri­tøk­ una Parlevliet & Van der Plas: at fáa upp­sjóv­ar­v irkið í Kolla­ firði at rigga. Hann er kendur innan P&P sum ein snillingur ið veit alt um frystivirkir og hvussu tey fungera, og hevur starv­ ast í 26 ár í fyritøkuni, bæði á sjógvi og landi. Hann varð sett­u r sum stjóri fyri P&P Faroe Pelagic, og er har fram­ veg­is.

“Eg kom til Føroyar fyri at starta upp P&P Faroe Pelagic og tryggja góð­a n rakstur av virkinum,” sigur Ton Frissen í samrøðu við Sjógv & Fólk. Tað tók nakrar mánaðir og nógvar arb­eiðs­tímar, og hópin av grein­ing og holla servitan at fáa frysti­v irk­ið at vakn­a til lívs. “Plátufrystararnir virk­aðu illa,” greið­ir hann frá, “og vit mátt­u analys­e ra alla tilgongd­i na grund­iga fyri síð­an at kunn­a optimera alt og fáa fram­leiðsl­ una upp á eitt stig sum kann loysa seg.” Vitan og arbeiðs­ royndir frá fyrr komu væl við í hesum høpi, skilst. “Vit arbeiddu í umleið eitt hálvt ár við kanningum, test­ um og betringum. Frysti­skip­ an­in var ein prototypa við hori­sont­a l­um plátu­fryst­a r­um frá Opti-Ice, men eingin vísti seg at vita júst hvat trup­u l­leik­ arn­ir við hesari skip­a n botn­

MARIA OLSEN

Uppsjóvarskipið hjá JFK 'Borgarin' landar til P&P Faroe Pelagic.

að­u í. So vit fingu veruliga brúk fyri øllum ið vit vistu um tílíkar skipanir tá vit fóru í holt við at kanna hetta.” Ein blastfrystari, frysti­ tunn­il, var eisini á verk­smiðj­ uni, og hann riggaði sum hann skuldi; men hann stend­ur bara fyri einum fimtingi av tí saml­ aðu frystiorkuni. Umframt plátu­f ryst­a rarn­a r var eis­i ni ym­iskt annað sum við­v irk­aði til at framleiðslan gekk alt ov seint. Hóast hesar trupul­ leikar varð mestsum beinan vegin far­ið undir at frysta inn, um enn í avmarkaðan mun at byrj­a við. Virk­ið tók á fyrsta sinni móti fiski í desember 2009. “Tann fyrsta landingin vit tóku ímóti var svartkjaftur frá ‘Fagra­berg’, og hetta var eisini okk­a ra fyrsta veruliga roynd­a r­koyr­ing. Vit kláraðu 275 tons um samdøgrið, sum sjálv­a ndi er ov lítið fyri eitt virki sum hetta, men hetta var ein byrjan.” Ton Frissen leggur aftur­ at: “Vit fingu spakuliga fleiri og fleiri landingar og komu

so, nakað inn í tað nýggja árið, upp á 350 tons um samdøgrið, so at siga uttan at hava brúkt eina krónu til umvæl­ i ng­ ar ella útgerð. Tað var meira ein spurn­ing­u r um at brúka okk­a ra egnu tøknligu vitan og gera eina røð av analysum, test­um, tillagingum, stilling­ um, og smærri broytingum.” ‘VÆLKOMIN AT VITJA’ Sum dagar og vikur gingu lærdi Ton verksmiðjuna bet­ ur og betur at kenna, umframt at læra at kenna fólk­ini sum hann setti í arbeiði. Mið­skeið­is í 2010 var virk­ ið komið upp í fullan kap­acitet. Fyri at fáa framleiðsluna enn smidligari og kvikari hev­ u r P&P Faroe Pelagic undir tíð­a r­s keiðnum mil­ lum 2011 og 2016 gjørt nýg­ gjar íløgur fyri umleið 100 milliónir krónur. Av hesum vórðu 70 mió. kr. in­vest­er­að­ar í eina 10.000 tons stóra frost­ goymslu í 2013, sum stend­ur mitt ímillum frysti­v irk­ið og frostgoymsluna hjá Samskip. “Vit bygdu hesa eyka frost­

Sjógvur & Fólk — #4  
New