Page 7

7

SJÓGVUR & FÓLK — #4

Soleiðis vístu hollendingar vegin fyri  føroyska uppsjóvarvinnu

'Borgarin' landar norðhavssild til P&P Faroe Pelagic í Kollafirði, meðan 'Hoyvík' liggur við frostgoymsluna í bakgrundini; Diek Parlevliet, forstjóri í Parlevliet & Van der Plas við standmynd av pápa sínum (niðanfyri); Norðingur landar (mótsett).

í Før­oy ­um. Tað gjørdi eisini okk­ara samráðingar­støðu nógv sterkari. Vit tóku so av­gerð um at engagera okkum og gjørdu í fyrstu atløgu eina leigu­av­ talu við Eik Banka og keyptu síðani virkið eitt ár seinn­i. BT: Tað vísti seg at vera ein røtt avgerð? DP: Ja, tað má sigast. So mik­ ið var greitt at nakrar á­bøtur vóru neyðugar, serliga

plátu­frystararnir máttu yvir­ hál­ast og optimerast. Men vit mettu okkum før fyri at fáa skil á hesum, og tað vísti seg at vera ein røtt meting. Ton Fris­ sen, ein av okkara mest kønu á økinum, tók uppgávuna á seg beinan vegin og flutti til Før­oyar sum virkisleiðari, sum eisini innibar at standa fyri arb­eið­inum at umvæla fryst­ ar­a rn­a r og tillaga virkið ann­

ars, menna framleiðsluorkuna, seta fólk í arbeiði, fáa alt at rigga og fáa góðan rakstur í. Hetta var í november 2009. Men tað gingu ikki nógvir mán­aðir fyrr enn tey fyrstu upp­sjóvarskipini kundu landa og framleiðslan byrja, og aft­ an á eitt ár var so full gongd komin á. BT: Hvønn týdning hevur íløgan í Kollafirði havt fyri P&P og fyri Føroyar? DP: Um ikki vit vóru kom­ in inn tá, so er spurningurin um føroyingar yvirhøvur enn høvdu verið komnir í gongd við at uppsjóvarfisk á landi til matn­að. Tað er í sjálvum sær ein spurningur við potent­ ielt stórum búskaparligum konse­k vensi. Harafturat fing­u vit, ítøki­liga, lív í eitt rætti­liga stórt virki sum ong­ an­tíð hevði verið í veruligum rakstri, og har komu 150 arb­ eiðs­pláss. Nýggjar íløgur upp

á einar 100 milliónir krónur eru eis­ i ni gjørdar í virkið hesi ár­ini, írokn­að eina nýgg­ ja frostgoymslu fyri 70 mió. við goymslukapaciteti upp á 10.000 tons. ĺdag, aftan á sjey ár, hevur P&P Faroe Pelagic tik ­ið ímóti umleið 400.000 tons­u m av uppsjóvarfiski til matnað—tað er nokkso nógv­ ir pengar í krónum og oyr­ um—og bara í lønum hig­ar­til útgoldið tilsamans einar 350 mió. kr. Aft­ur­at hesum kem­ ur fitt av av­leiddum virksemi, tæn­ast­ur av ymiskum slag, so sum flutn­ing­ur, frostgoymsla og annað. So hetta er ein sólskinssøga fyri allar part­a r. Vit á P&P hava sam­stund­ is fingið økt okk­a ra saml­aða út­boð av fiska­vørum, og rá­ vøru­til­gongdin er altíð ein týð­a ndi táttur í hesari vinn­ uni. Fiskiveiðikvotur hava jú tað við at verða broyttar á hvørj­um ári, og tað í sær sjálv­

um inniber stórar óvissur og nógv­an váða fyri fiskiskip og har­v ið eisini tey virkir sum tey landa til. Nakað ævintýr at gerast rík av hevur hetta ikki verið, og verður tað neyv­ an; men hinvegin snýr tað seg ikki bara um pengar. Vit seta krøv til avlop, ja, men vit eru alt annað enn spekul­a ntar— vit hava ikki upp á nakran máta sum livibreyð at handla fyri­tøkur og eru ikki á børsin­ um. Fyritøkur eru í okkara verð meira enn tøl á rokniark­ um; men vit eru áhugað í at tað sum vit gerast partur av verð­ur rikið væl, og at tey ið arbeiða har trívast og mennast. Sjálv­ur havi eg altíð kent meg sum fiskimann og geri tað enn tann dag ídag, og eg haldi tað ligg­ur eisini til okkara mentan í P&P. BT: Kann tað vera hetta sum ger at tit kenna tykkum aft­ur millum føroyingar?

Sjógvur & Fólk — #4  
New