Page 6

6

SJÓGVUR & FÓLK — #4

Búi Tyril

P

&P ER ÍDAG ein væl kend og etablerað fiski­ vinnu­f yri­tøka, við høvuðssæti í Katwijk á hollendsku vestur­ strond­ i ni. Fyritøkan varð stovn­að í 1949 undir sera smá­ um korum, av trimum vin­ monn­um, Dirk Parlevliet og brøð­urn­ir Dirk og Jan van der Plas, upprunaliga sum rull­ andi fiskahandil við egnum last­bili, og 10 ár seinni við sín­u m fyrsta egna fiskiskipi. Menn­ingin hevur verið stór síð­ani tá, og felagið hevur nú ein fiskiflota sum telur 32 trol­ar­ar, harav 8 uppsjóvarskip við verksmiðju umborð. P&P verð­ u r roknað sum størsti lut­tak­a ri í tí europeisku upp­ sjóv­a r ­v inn­u ni, og til­sam­a ns starv­ast umleið 6.000 fólk hjá fel­agn­um. Felagið hevur lagt seg eftir at veita proteinríkar fiska­vørur fyri lágar prísir til fólk kring allan heimin, ikki minst í Afrika. Áðrenn P&P komu og yvir­tóku frystivirkið í Kolla­ firði við árslok í 2009, var eing­ i n framleiðsla av upp­ sjóv­ar­fiski til matnað á landi í Før­oy­um. Fyri at eydnast við ein­um tílíkum virki—fyri at tað skal loysa seg hjá skipum at landa uppsjóvarfisk har— má framleiðsluorkan vera høg og arbeiðið væl skipað. Tíðin

er nevniliga dýr í hesum høpi, og landingin má ikki vera ov drúgv, tí talan er um veldigar nøgd­ir av feskum fiski sum verður virkaður og frystur á virk ­i n­u m samstundis sum hann verður pumpaður í land av skipinum. Einki av hesum varð gjørt í Føroyum, og skipini landaðu í Noreg og aðrastaðni. Men aft­aná at P&P Faroe Pelagic høvdu víst í verki at tað ber væl til at reka eitt sovorðið virki í Føroyum, bæði tekniskt við yvirskoti, var vent í holuni: fá ár seinni komu tvey líkn­andi virkir afturat, eitt á Tvør­oyri og eitt í Fuglafirði, og føroy­ ingar stóðu sjálvir fyri hes­um, við íslendskari hjálp. Nú var ikki longur nakar ivi um at stór frystivirkir fyri upp­sjóv­ ar­fisk kunnu rekast í Føroyum, við vinningi. Og tær veldigu nøgd­irn­a r av serliga makreli sum føroyingar vóru farnir at veiða—alt meðan ES og Noreg boy­k ott­a ðu okkum orsak­að av ósemju um kvot­ ur—gjørdu eis­ini at tørvur var á minst einum líknandi virki afturat, kanska tveim­ um, eisini fyri at so nógv sum møguligt av hes­um fiski kund­i landast til matn­að held­ ur enn ídnað. Les samrøður við: Diek Parlevliet (niðanfyri), Ton Frissen (á næstu síðu). JENS KRISTIAN VANG

Interview við Diek Parlevliet Diek Parlevliet, forstjóri og partaeigari í Parlevliet & Van der Plas, størsta aktøri í tí europeisku uppsjóvarvinnuni, um samstarvið við føroyingar, hvussu P&P Faroe Pelagic bleiv til, og hví P&P sær seg sum fiskimanna- og familjufyritøku. BÚI Tyril, ritstjóri á Sjógvur & Fólk, hevði í oktober sam­ røðu við forstjóran í P&P, Diek Parlevliet, sum er med­ eig­a ri í fyritøkuni og sonur ein av stovnarunum, Dirk Parlevliet. Her eru nøkur brot úr samrøðuni. BT: Hvat fekk tykkum at

MARIA OLSEN

fara undir samstarv við før­oy­ ing­ar? DP: Eg kendi eitt sind­ur til Føroyar og stjóran í JFK, Ha­ nus Hansen, umveg­is norð­ mannin Kjell Inge Røkke. Um tað mundið tá ið Røkke tók seg úr sur­imi verkætlan­ini við frysti­t rolaran­u m Navig­

ator, vendi Hanus sær til okk­ um fyri at finna ein nýggj­an sam­stavsfelaga. Av tí at vit hava drúgvar royndir og góða vitan innan upp­sjóvar­f iski­ skap og fysting um­borð, lá tað rætti­liga natúrligt fyri hjá okk­um at umhugsa møgu­leik­ an. Eitt tað fyrsta vit gjørdu so var at fara til Før­oya á vitjan—vit vildu læra meira um tað føroyska sam­felagið og tryggja okkum at vit vóru væl­komin, um vit skuldu farið inn í ta føroysku vinn­ u na. Har skal sigast at vit vórðu sera væl móttikin, ikki minst av Lands­stýrinum, bæði Jac­ ob Vester­g aard, sum tá var fiskimálaráðharri, og Johan Dahl, sum var vinnu­mála­ráð­ harri. Vit møttu stórari væl­ vild og vórðu ynskt vælkomin sum íleggjarar, samstundis

sum vit fingu greitt at vita at lóg­in einans loyvdi út­lendsk­ um eigaraskapi í fiskivinnuni á sjónum í avmarkaðan mun, og at vit sum útlendskt felag ikki kundu eiga meira enn ein trið­ing í nøkrum føroyskum fiski­skipi. Hetta tóku vit sjálv­ andi til eftirtektar og mettu at vit kunnu liva við tí. Tá vit so komu ásamt við Røkke um yvir ­t øku av hans­a ra parti í Nav­igat­or, var klárt hjá okk­ um at fara undir samstarv við Han­us Hansen. BT: Men tað bleiv til meir­a enn samstarv um Navigator. DP: Meðan vit vóru í Før­ oy­um, vildi Hanus hava okk­ um at hyggja upp á virkið í Kolla ­f irði, sum hevði ligið stilt so leingi. Vit skiltu at fleiri høvdu roynt at fáa gongd á virkið uttan tó at veruliga

eydn­ a st við tí. Í byrjanini vóru vit ikki serliga áhugaðir, tí vit høvdu frammanundan eina verksmiðju í Hollandi og eina í Týsklandi og høvdu ikki serliga stóran áhuga í at byrja eina verksmiðju afturat. Men vit vitjaðu so virkið og sóu at hetta kundi gerast ein áhuga­verd avbjóðing. Vit fóru so á fund við Eik Banka, sum tá átti virkið. Bankin var sera sam­a rbeiðs­v illigur og vildi strekkja seg langt fyri at fáa virk­ið í gongd aftur. Tá ið vit so seinni sama dag hittu lands­ stýris­menninar Jacob Vester­ gaard og Jóhan Dahl, nevndu vit møguleikan við virkinum í Kolla­firði. Hetta vóru teir sera spent­ i r uppá—hetta hevði stór­a n týdning fyri Føroyar, at føroyskur uppsjóvar­fisk­u r kundi framleiðast til matnað

Sjógvur & Fólk — #4  
New