Page 29

29

SJÓGVUR & FÓLK — #4

Ymisk uppskot um fiskivinnuskipanir: Hvat ið er neyðugt fyri at eydnast Útluting grund­að á søgulig rættindi eigur at vera partur av nýggjari fiskivinnuskipan, umframt m.a. umsetiligheit, lang­ tíðar loyvir og ein serligur, effektivitets-fremjandi skattur á vinning ið verður tikin úr fiskivinnuni.

Bjarni Arnason, stjóri í grann­skoðanar­ virkinum NUMO.

Bjarni Arnason — Numo

Í

SEINASTU tingsetu vórðu trý lógaruppskot løgd fyri Løgtingið um at broyta fiski­v innu­skipanina fyri Føroyar. Har­u m­framt hevur eitt nú Før­oya Fiskimannafelag gjørt upp­skot um eina nýggja fiski­v innu­skipan. Uppskotini líkjast, tá tað snýr seg um: • Burðardygd; • Ogn landsins; • Virksemis-/virðisøking; • Landing í Føroyum. Millum annað hesir munir eru á upp­skot­un­um: • Útlutan av fiskirættindum grund­ að á søgulig rættindi/út­lutan við upp­ boðs­sølu—herundir longd av fiski­ rætt­ind­um; • Gjald og slag av gjaldi fyri fiski­ rættindi (ásetast við serlóg); • Umsetiligheit; • Kvotur/fiskidagar undir Før­oy­ um; • Forðing fyri miðsavnan av fiski­ rættindum.

MARIA OLSEN

• 6 pst. við javnbýti; • 37 pst. við kombinatión av ymsum hættum. Samanumtikið verður víst á at fiski­ rætt­indini í 91 pst. av før­un­um verða útlutað sum ein lutfalsligur part­ur av TAC grund­að á søgulig tøl—sokall­að grand­fathering. Eisini hevur verið víst á í orða­ skift­inum um nýgg­ja fiski­v innu­skipan at far­ið er frá upp­boðs­sølu­hátt­in­um summa­staðni har hann hev­u r ver­ið roynd­ur. Fyrimunir við útluting av fiski­ rættindum grundað á søgu­lig rættindi: • Verandi aktørar við vitan um fiskivinnu halda fram; • Fíggingarstovnar hava roynd­ir við hesum aktørum; • Verandi manningar halda fram; • Verandi skip halda fram; ÚTLUTING SØGULIG RÆTTINDI • Stabilitetur er tryggjaður. Frá føroyskum búskaparfrøð­ i ng­ Vansar við útlutan av fiski­rætt­ind­ um, sum eru frammi, hev­u r verið ein áhaldandi markn­að­a r­føring av tí um grundað á søgulig rættindi: • Hvat tíðarskeið skal vera sjónarmiði at fiskirættindi skulu út­lut­ ast á upp­boðs­sølu. Einstakir út ­vald­ir grundarlag fyri útlutingina? útlendskir búskap­a r­f røð­i ng­a r hava ÚTLUTING UPPBOÐSSØLA stuðlað hesum sjón­ar­miði. Hinvegin so munnu flestu bú­skap­ Fyrimunir við útluting av fiski­rætt­ind­ ar­frøð­ingar hella til at út­lutingin skal um við upp­boðs­sølu: • Vinnan ásetur sjálv gjald­ið fyri vera grundað á søgulig tøl, og sama er gald­andi fyri so at siga allar aktør­arn­ar fiski­rættindi. Vansar við útlutan av fiski­rætt­ind­ í vinnuni. Verður hugt at hvussu verður gjørt um við uppboðssølu: • Ótrygt at skula keypa ófisk­aða kring heimin, so kann—millum nógvar—verða víst til frágreiðingina nøgd; • Truplari at fáa fígging; ‘How Have Catch Shares Been Allo­ • Letur upp f yri kapital­sterk­u m cated?’ eftir John Lynham (UHERO, The Economic Research Organisation (verandi og út­lendsk­um) fyritøkum at at the University of Hawaii, Working vinna í kappingini; • Størri ótryggleiki hjá mann­ Paper No. 2013-8, January 2013). Sambært nevndu frá­g reið­ing so ing ­u n­u m—manningin eigur ávísan prosentpart av veið­ini, og tað er teirra vóru kring heimin inn­tøku­møgu ­leikar/arbeiðspláss sum • 54 prosent av fiskirættindunum eru á uppboðssølu. útlutað sambært søgulig tøl; • 3 pst. við uppboðssølu;

LANGTÍÐAR LOYVIR Langtíðarloyvir verða brúkt víða hvar, t.d. í tí íslendsku skip­an­ini, og hava roynst væl. Týdningurin av ognarrætti/ræðis­ rætti er grundaður á búskaparliga ástøði hjá t.d. Adam Smith og øðrum við­u r­k end­u m búskaparfrøðingum, umframt frá royndum úr øðr­ um londum kring okkum og partvíst í Føroyum. Tað hev­ur stóran týdning at rætt­inda­hav­ararnir t.d. fáa ein ávísan part av TAC í eitt longri ára­mál t.d. 12 ár, og at hesi rætt­indi verða endur­ nýggj­að, um treytirnar eru hildnar og tað ikki stinga seg upp serligar um­ støður sum gera at rætt­ind­ini ikki kunnu leingj­ast. Slíkt modell við sterkum brúks­ rætti vil hava við sær at tað verður laga­lig­a ri og lættari at útvega fígg­ ing bæði til bygg­ing av skipum og til rakst ­u r, sam­a n­bor­ið við eitt modell við stutttíðar loyv­um og atknýttum negativ­um av­leið­ing­um í mun til at út­vega fígging til skipabygging og skipa­rakstur og at reka vinnu­v irk­semi ann­ars. Fyrimunir við langtíðar loyvum eru at tey geva góðar umstøður viðvíkj­ andi: • At gera íløgur og útvega fígging; • At byggja upp marknaðar­støðu sum álítandi veitari; • At leggja framleiðslu og menning til rættis; At fremja sølu og markn­aðar­røkt. Vansar við lang­tíðar­loyv­um: • Um skipanin ikki ann­a rs letur upp fyri dynamikki, kann hon gerast stirvin. STUTTTÍÐAR LOYVIR Tað er neyvan nakað at taka seg aftur í at tað gerst mun­andi ótryggari hjá rættinda­hav­arum at noyðast at keypa

síni rættindi hvørt ár, ístaðin fyri at hava rættindini í eitt longri áramál sum t.d. 12 ár ísenn, og at hesi rætt­ indi verða endurnýggjað undir givnum treyt­um og at ikki serligar umstøður gera seg galdandi. Slíkur ótryggleiki hevur avleiðin­ gar við sær, og kann væntandi fáa m.a. hes­a r avleiðingar tá tal­an er um at útvega fígging til skipa­bygg­ing og skiparakstur: • Umframt at fíggja skipa­bygg­ing og skiparakstur skal eis­ini fíggjast ár­ ligt rættindakeyp; • Størri óvissa verður um hvussu nógv ið fiskast kann; • Væntast kunnu hægri krøv til egin­fígging, hægri renta, styttri aftur­ gjalds­tíð og størri trygdarveitingar; • Sum heild verri møgu­leik­ar at fáa fígg­ing til bygg­ing av skipum og til rakstur. Fyrimunir við stutttíðar loyvum: • Letur upp fyri størri flexibiliteti. Vansar við stutttíðarloyv­um eru t.d. at hetta forðar fyri ella ger tað trupult: • At gera íløgur og útvega fígging; • At byggja upp markn­að­ar­støðu sum álítandi veitari; • At leggja framleiðslu og menning til rættis; • At fremja sølu og marknaðarrøkt; aðrir vansar: • Letur upp fyri kapital­sterk­um (verandi og útlendskum) fyritøkum at vinna í kappingini; • Størri ótryggleiki hjá mann­ing­ unum; • Loypandi gjald fyri veiði tyngir rakstur. EIN ONNUR LOYSN Vit hugsa okkum eina nýgg­ja og stab­ ila skipan við loyvis­g jaldi umframt skatta­t rýsti á reið­a rí­ini—sett sam­a n av einum loyvisgjaldi og parta­felags­ skatt­inum upp á 18 pst. Loyvisgjaldið er meira eff­ekt­iv­ itets­ f remjandi enn ein eyka parta­ felags­skattur har tey best riknu reiðarí­ ini gjalda mest. Hugsanin er at støði verður tik­ið í seinast kendu rokn­skap­u n­u m fyri veiði­ b ólkin, og mett verður síðan um veiðinøgd, fiska­prís og høvuðs útreiðslupostarnar fyri komandi ár, og á henda hátt at rokna út hvat gjaldið skal vera. Fyri at trygg­ja gjøgnum­ skygni kann krav vera um at bert eitt skip kann vera í hvørj­um partafelag og einki annað virksemi kann vera í felagnum.

Sjógvur & Fólk — #4  
New