Page 2

2

SJÓGVUR & FÓLK — #4

VÆLKOMIN, HER ER SJÓGVUR & FÓLK við fjórðu útgávu! Tá vit framleiddu tað fyrsta nummarið, sum kom út í november 2014, var nýskipan av fiskivinnuni eitt heitt evni og ein høvuðsorsøk til at vit fóru í holt við blaðið. Hetta var undir tí landsstýri sum sat undan núverandi, og longu tá var fitt av orðaskifti um eina nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap. ĺdag, trý ár seinni, er spurningurin framvegis óloystur, tó við tí muni at núverandi landsstýrissamgonga hevur lagt eitt lógaruppskot fram; kortini bendir mangt á at uppskotið má ígjøgnum munandi broytingar áðrenn tað vinnur nóg mikið av undirtøku til at verða samtykt. Tí eru vit stolt av at kunna leggja fram, í hesari útgávuni, eitt fleirtal av greinum um evnið, sum tilsamans geva eina rættiliga grundiga analysu av problematikkinum. Hetta fevnir víða, frá diskussiónum fyri og ímóti lykla hugtøkunum og elementunum í uppskotum sum hava verið frammi, til eina søguliga samanfating við støði í tí sum á eingilskum verður kallað ‘political economy’—also tað politiska valdið kring fiskivinnuna, íroknað hvussu frásøgnin, diskursurin, hevur flutt seg gjøgnum árini, og hvussu talan ikki sjáldan hevur verið, og framvegis er, um politiskt maktspæl og royndir at kanna sær so stórar bitar sum møguligt av tí fæi og peningi sum streymar gjøgnum Føroyar. Eins og Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðingur ávarar um inni í blaðnum, so kunnu lættar inntøkur vera turvelvandi fyri samfelagsbólkar, og enda ofta við lítið hugaligari turrlegging tá karusellin einaferð steðgar upp. Meðan tað fyri ikki so mongum árum síðani snúði seg um at súgva sum mest av studningi úr landskassanum, er byttan nú vend á høvdið: ein bólgnandi politisk umsiting umboðandi alsamt størri lutfall av teimum sum annars skulu rinda skattin, hevur fingið smakk fyri einum nýggjum, rúsandi rensli av pengum úr vinnuni inn í landskassan. Magni Laksáfoss búskaparfrøðingur greiðir eisini frá hvussu uppboðssøla av fiskirættindum vísir seg at fáa fyritøkur í fiskivinnuni til at brúka ov nógvar pengar upp á at tryggja sær hesi rættindi, og soleiðis gera av við tann vinning sum tær annars mugu hava fyri at kunna standa seg og mennast. Hvat viðvíkur sjóvinnu í breiðari merking, vísir stjórin á Sjóvinnu­stýrinum, Hans Johannes á Brúgv, á at sera stórir møguleikar liggja í handilsskipavinnuni. “Kanska hugsa vit ov smátt,” sigur hann í samrøðu inni í blaðnum. “Tað vísir seg ofta at vera striltið at hava annað enn fisk í huganum í sambandi við vinnuligt virksemi á sjónum. Kortini er tað greitt at fiskivinnan hevur sínar avmarkingar tá ið tað snýr seg um vøkstur. Tí er tað natúrligt fyri okkum at fara meira miðvíst inn í altjóða handilsskipavinnu—har eru stórir møguleikar innan farmasigling og alskyns onnur sløg av shippingvinnu.” Handilsskipavinna—ella ‘merchant shipping’ á eingilskum— umfatar ein heilan hóp av ymiskum tænastum og veitingum, herundir chartering, technical management, crewing og annað. Vit hava í Føroyum fingið fleiri og fleiri fyritøkur ið virka innan hesi økir; men nógv meira kann gerast her heima við hesa vinnu, ið so mangir føroyingar annars sum arbeiða uttanlands kenna so væl til. Eingin ivi er um at tað føroyska vinnulívið kann fáa nógv burturúr at hyggja nærri at teimum stóru altjóða møguleikum sum finnast í hesum høpi.   []

. S J O G V U R o g F O L K . c o m Útgáva: GlobalOne Press Ltd, Elevator Busieness Centre, Admiral Court, Aberdeen AB11 5QX, United Kingdom +44 (0)845 053 1842 • www.nordixis.com Ritstjórn: Búi Tyril (ábyrgd) • bui.tyril@nordixis.com Maria Olsen (fotoredaktørur) • maria.olsen@nordixis.com Edmund Jacobsen • pressecentrum@mac.com Gestir: Bjarni Arnason, Osmund Justinussen, Magni Laksáfoss, Jógvan Mørkøre, Stefan í Skorini Design, framleiðsla: Nordixis Media AB • gothenburg@nordixis.com Lýsingar: +298 449627 Nordixis Media AB • torshavn@nordixis.com w w w

Takk til lýsarar og stuðlar: Atlantic Airways, Bergfrost, Faroe Ship, Framherji, Fuglafjarðar Havn, Føroya Fiskamarknaður, Føroya Fiskimannafelag, Føroya Reiðarafelag, HiddenFjord, JFK, JT Electric, KJ, Klaksvíkar Sleipistøð, MEST, Nema, NUMO, Pelagos, Samskip, Sjóvinnustýrið, Smyril Line Cargo, Varðin, Vinnuháskúlin, Vónin.

MARIA OLSEN

Tíð til at hugsa størri í og úr Føroyum

Wilhelm E. Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum.

Vinnuháskúlin: Nútímansgerð partur av umfatandi uppstiging Vinnuháskúlin leggur nú eisini maskinmeistara útbúgvingina um til aspirantskipan, við byrjan á sumri í 2018—aftan á umfatandi uppstiging av útbúgvingum og útgerð, íroknað m.a. nútímansgerð av navigatør útbúgvingini. Búi Tyril

E

IN ASPIR ANTskipan fyri maskin­meistarar er nú klár at seta í verk kom­andi summ­ar á Vinnuháskúlanum, upp­l ýs­i r stjórin á út­b úgv­ ing­a r­s tovn­i num, Wilhelm E. Pet­er­sen. Skipanin kemur sum eitt nýtt alternativ aftur at verandi maskinmeistara út­ búgv­ing, sum er ein handverk­ ara útbúgving. “Vit eru klár at taka teir fyrstu maskin­meist­a ra aspir­ antarnar á sumri 2018,” sigur Wil­helm E. Petersen við Sjógv & Fólk. “Harafturat eru vit við at vera klár at sjóseta ein bach­ elor yvirbygning til maskin­ meist­ a ra útbúgvingina, og seinni skal eis­ini arbeiðast við bachelor yvirbygningi til nav­ i­gatør útbúgvingina.” Royndirnar frá at nútíman­ sgera nav ­i gat­ør út­búgv ­i ng­ ina hava verið góðar sambært stjóran, sum frá fyrsta degi hevur arbeitt við at uppstiga og dagføra Vinnuháskúlan, bæði hvat viðvíkur út­búgv­ing­ unum og hvat viðvíkur simu­

latorum og tekniskari útgerð annars. Wilhelm E. Petersen tók við sum stjóri á Vinnu­ h á­ skúl­an­u m fyri umleið fýra árum síðan. Hann greiðir frá: “Vit fing­u frá byrjan møgu­ leika at dagføra og uppstiga útbúgving­a r og skeið tøkni­ liga—navig­a t­i­ó n, maskin, trygd, heils­u—og gagnnýttu hann fult út. Vit fingu fitt av inn­tøku frá skeiðsvirksemi, og síð­a ni vóru eisini uttanhýsis part­ar, eitt nú Statoil, ið stuðl­ aðu við munandi upphæddum; alt hetta gjørdi tað møguligt at modernisera og dagføra út­ búgv­ingarnar.” Ein umfatandi uppstig­ ing av skúlanum kom í lag, í slíkan mun at skúlin ídag kann rokn­ast sum tøkni­liga ein tann mest framkomni í Norð­urhøv­um. Arbeiðið at designa eina dagførda navigatør útbúgv­ ing kom skjótt í gongd, og í 2015 varð kunngerðin lýst um aspir­ant­skipanir; nú bar til at taka útbúgving sum skipsfør­ ari við siglingartíð upp á ein­ ans 12 mánaðir—eins væl og

Sum yrkisfólk gera vit okkara besta fyri at lýsa mál og faktuell viðurskifti rætt og endur­geva keldur neyvt. Vit taka tó fyrivarni móti møguligum prent­villum og øðrum feil­um ið kunnu koma fyri av misgáum, mis­ skiljingum ella øðrum orsøkum. Hendan útgávan er ikki ætlað sum íløguráðgeving; hvørki ritstjóri,

eftir tí gamla leistinum, har 36 mánaðir á sjónum krevjast. “Teir fyrstu aspirantar komu inn í 2015 og eru longu lidnir sum skipsførarar í 2018,” stað­ festi stjórin. “Hendan nýggja skipanin ger út­búgv­ ing­ina meira attraktiva fyri fleiri, og vit vænta at so við og við fara fleiri konufólk eis­ini at vísa áhuga. Hetta er tradition­ elt ein út­búgv­ing sum mann­ fólk mestsum burturav hava nom­ið sær; men tað er eingin sum sigur at hetta ikki kann broytast í framtíðini. Nú er tað í øllum førum meira høgligt enn fyrr fyri tey flestu at fara undir hesa útbúgvingina—at sigl­ing­a r ­t íðin er stytt niður í ein triðing av hvat hon var fer sannlíkt at hava eina stóra ávirkan í mun til eftirspurning og ymiskt annað, helst eis­ini kynsbýtið.” GÓÐKENNAST KRING HEIMIN Ein munur á tí nýggju aspir­ ant­skip­anini og tí gomlu skip­ an­ini er at meðan tað fyrr tók trý ára sigling umframt skúla at nema sær prógv sum navi­ gatørur, tekur tað nú skúla og

medarbeiðarar ella aðrir persónar viðvirkandi ella nevndir í hesari útgávu, ei heldur lýsarar ella stuðlar, kunnu ábyrgdast vegna møguligan búskapar­ligan ella annan skaða sum so ella so hevði kunnað, bein­ leið­is ella óbeinleiðis, verðið knýttur at avgerðum grundaðar á innihald í hesari útgávu.

Sjógvur & Fólk — #4  
New