Oktobur 2021
Betri Pensjón - Marknaðarkunning
Betri Pensjón - Marknaðarkunning fyri 3. ársfjórðing 2021 Triði ársfjórðingur var merktur av stórum kurssveiggjum. Ársfjórðingurin byrjaði væl við rentuføllum og kurshækkingum á partabrævamarknaðinum. Men endin á ársfjórðinginum var so at siga øvugtur av byrjanini við rentuhækkingum og kursføllum. Deltafyribrigdið gjørdi um seg hetta tíðarskeiðið og ávirkaði virðisbrævamarknaðirnar og alheims búskapirnar. Í londum, har nógv fólk eru koppsett, var ávirkanin avmarkað, tí sjálvt um smittutølini eru høg, fáa færri fólk álvarsamar sjúkugongdir. Tí kunnu nógv lond halda fram við ætlanunum um at lata upp aftur eftir korona - hóast nógv eru smittað. Kortini hava vaksandi smittutølini tikið ferðina úr flestu búskapunum. Í august vaks smittutrýstið í Kina til sítt hægsta, og hetta hevði við sær afturlatingar og ferðaavmarkingar. Tiltøkini elvdu til enn fleiri fløskuhálsar í ídnaðinum, til dømis tá Kina stongdi heimsins triðstørstu bingjuhavn. Hetta økti enn meiri um fraktprísirnar og skapti seinkingar í farmaskipaferðsluni. Kinesiska fastognarfelagið ”Evergrande” økti enn meiri um óvissuna á virðisbrævamarknaðinum í septembur. Evergrande hevur eina skuld á áleið 2% av kinesiska búskapinum, og tá eitt so stórt felag kemur í fíggjarligar trupulleikar, skapar tað stórar bylgjur av óvissu í fíggjargeiranum. Framleiðslu- og veitingarliðini kring heimin eru undir stórum trýsti. Hetta økti enn meiri um vørutrotið. Tað er m.a. stórur tørvur á mikrochippum – og tað ávirkar serliga bilmarknaðin, tí at framleiðslan av nýggjum bilum ikki kann nøkta eftirspurningin. Hetta hevur við sær, at prísurin á brúktum bilum hækkar. Orkuprísirnir eru eisini hækkaðir munandi seinastu tíðina. Øll hesi viðurskiftini eru við til at økja um inflasjónsstøðið. Rentuhækkingarnar í septembur høvdu sum sagt stóra ávirkan á virðisbrævamarknaðin. Tá rentan á lánsbrøvum hækkar, verður tað áhugaverdari hjá íleggjarum at gera íløgur í lánsbrøv. Hetta hevur negativa ávirkan á partabrøvini. Hyggja vit at heimsindeksinum MSCI ACWI, fall indeksið við 2,35% í septembur.