Page 1

NÝTT SJÁLVSTÝRI – FAMILJAN Í MIÐDEPLINUM

Familjupolitisk átøk, ið skulu fremjast ...


TÆTTAR, STØÐUGAR OG RÓLIGAR FAMILJURELATIÓNIR

GÓÐSKA OG FYRIBYRGING Á DAGSTOVNUM OG SKÚLUM

– fyri barnsins besta

– tíð og orku til barnið

Barnapolitikkurin hevur seinastu árini í stóran mun handla um dagstovnatilboð og uppá tey serliga útsettu børnini og familjurnar. Vit mangla at seta fokus á teir heilt vanligu tørvirnar hjá barninum, at sleppa at vaksa upp í tøttum, støðugum og róligum relatiónum við foreldur síni. Tí vilja vit uppraðfesta tilboð, ið hava til endamáls at verja um verandi familjur og seta ítøkilig tilboð í verk fyri at styrkja um foreldraførleikan, serliga hjá ungum pørum sum júst eru vorðin foreldur fyri fyrstu ferð. Vit ynskja at seta á stovn fyrbyrgjandi tilboð sum skulu minka um hjúnarskilnaðir og broyta mannagongdir viðvíkjandi separatiónstíðarskeiðnum, soleiðis at pørini fyrst verða møtt av sálarfrøðingum og familjuterapeutum, ið hava royndir innan handfaring av tvístøðum millum pør. Eisini ynskja vit at seta á stovn ítøkilig samtalutilboð á landsplan fyri børn ið uppliva hjúnarskilnað.

Børnini eru okkara dýrastu skattir og okkara framtíð. Tí skulu vit vera sera tilvitaði um, hvat vit leggja í okkara børn og at tey trívast. Sambært kanningum í Føroyum, vísir tað seg at námsfrøðingar hava eitt hægri tal av strongdtilburðum enn miðaltalið fyri allan arbeiðsmarknaðin. Hetta er nakað sum eigur at fáa politisku skipanina at agera, tí hetta er nakað sum skjótt kann fáa neiliga ávirkan á trivnaðinum hjá barninum. Vit eiga at hava yvirorðnaðar ásetingar viðvíkjandi minimumsnormeringum á dagstovnum, fyri at tryggja, at góðskan á dagstovnunum ikki sleppur at sveiggja meira enn gott er, hóast komandi og farandi politiskar raðfestingar og búskaparlig sveiggj í samfelagnum. Vit hava eisini seinastu árini sæð eitt vaksandi tal av barnaverndarmálum og vaksandi tal av ungum ið søkja sær hjálp vegna sálarligar trupulleikar. Bara í 2015 vóru uml. 70 mió. kr. brúktar uppá barnaverndarmál. Vit meta at ein størri innsatsur í tí fyribyrgjandi arbeiðnum vil økja um effektina av hjálpini ið verður veitt, umframt at tað uppá longri sikt vil síggjast aftur í minkandi útreiðslum á m.a. barnaverndarøkinum.


BETRI JAVNVÁG MILLUM ARBEIÐI OG FAMILJULÍV

SAMAN STANDA VIT STERKARI

– lat pengarnar fylgja barninum

- um miðsavnan av tilboðum í ein familjudepil

Demografisku avbjóðingarnar sum vit standa yvirfyri í Føroyum, krevja politisk átøk. Allir flokkar eru á einum máli um, at ein av midlunum fyri at rætta upp uppá skeiklaða aldursbýtið og skapa fólkavøkstur, er at betra um umstøðurnar hjá smábarnafamiljunum. Tilboðið “Ansing av egnum børnum” verður av undirritaðu mett at vera eitt beinrakið átak, sum vil bøta munandi um trivnaðin hjá smábarnafamiljum, og stimbra undir tilflyting til Føroya. Vit meta tí at peningurin sum verður veittur til dagstovnaøkið, í størri mun eigur at fylgja barninum, soleiðis at tað kann vera møguligt hjá foreldrunum sjálvum at avgera, um tey ynskja at vera longri heima hjá barninum, imeðan tey enn eru lítil.

Vit hava eitt breitt úrval av tænastum at bjóða okkara familjum, sum hava til endamáls at verja um familjuna og seta inn við fyribyrgjandi og terapeutiskum átøkum, tá tað er neyðugt. Vit hava eisini eftirhondini ymisk tilboð til børn sum hava upplivað hjúnarskilna, sum hava upplivað at hava mist, at hava verið útsett fyri ágangi o.a. Tilboðini eru nógv í dag, men fyriskipanin er alt ov fløkjaslig. Summi tilboð liggja undir landinum, okkurt undir kommununum, okkurt undir Barnaverndunum og Sernám, sum hvørki er undir kommunu ella landi og onnur tilboð eru framvegis stýrd av samkomum og øðrum sjálvbodnum arbeiðskreftum. Vit meta tí at fyrsta stigið eigur at vera, at miðsavna hesa breiðu viftuna av tilboðum og átøkum ið vit longu hava, soleiðis at arbeiðið kann skipast enn betri og effektivari undir eini felags leiðslu. Arbeiðið skal miðsavnast í einum nýstovnaðum familjudepli, sum skal virka sum eitt bindilið millum ymisku tilboðini – ella ein sokallað paraplyorganisatión.


Jógvan Skorheim floksformaður

Kári P. Højgaard tinglimur

Bárður Kass Nielsen tinglimur

Familjupolitikkurin hjá Nýggja Sjálvstýri  

Her kanst tú fáa eitt skjótt og greitt yvirlit yvir, hvat Nýggja Sjálvstýri sigur um familjupolitik

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you