Atlantic Review - Spring 2010

Page 50

Søgan um Atlantic Airways

1987 / Atlantic Airways stovnað 1988 / Fyrsti túrur millum Danmark og Føroyar 1992 / Cimber Air úr felagnum 1995 / Fyrsta yvirskotið 1995 / Íslands-rutan stovnað 1998 / Grønlands-rutan stovnað 1998 / Nýtt flogfar leigað 1998 / Skotlands-rutan stovnað 1999 / Noregs-rutan stovnað 1999 / Nýtt flogfar til flotan 2007 / Skrásett á virðisbrævamarknaðinum

50

ATLANTIC REVIEW 01/2010

ATLANTIC AIRWAYS fleyg sín fyrsta túr millum Føroyar og Danmark 28. mars í 1988. Felagið varð formliga sett á stovn 10. november í 1987 við tveimum eigarum, Føroya Landsstýri og Cimber Air. Men tað var ikki nøkur løtt uppgáva at loysa Atlantic Airways úr lagdi. Raksturin gav fyrstu árini hall, og tá búskaparkreppan í Føroyum av álvara fór at gera um seg í 1992, var eginognin hjá felagnum horvin. Cimber Air var tá farið úr felagnum, og landsstýrið mátti tí einsamalt taka um endan. Loysnin var, at Landsstýrið teknaði 75 milliónir krónur í nýggjum partapeningi, og við tí eydnaðist at geva føroyska flogfelagnum nýtt lív. Tey ringastu kreppuárini eydnaðist ikki at fáa Atlantic Airways at geva avlop, men gongdin skuldi sum fráleið venda. Í 1995 hevði felagið á fyrsta sinni avlop á rakstrinum. Hetta árið varð virksemið spakuliga víðkað til eisini at umfata flúgving til Íslands. Atlantic Airways átók sær at standa fyri hesi flúgving í samstarvi við Air Iceland. Árini eftir gekk tað skjótt hjá Atlantic Airways. Felagið fór at flúgva millum Ísland og Grønland og fleiri leigutúrar úr Keyp­ mannahavn til Bosnia. Og í 1998 avgjørdi

Atlantic Airways at leiga eitt flogfar aftrat. Við tveimum flogførum bar til at víðka flúgvingina uppaftur meira. Fyrst varð túratalið millum Føroyar og Danmark økt. Í 1998 fór felagið at flúgva til Skotlands og í 1999 eisini til Noregs. Víðkaða flúgvingin fekk stóra undirtøku millum manna, og felagið fekk tí tørv á eini varandi loysn fyri flogfør. Farið varð til samráðingar um keyp av nýggjum flogfari í oktober 1999. Sáttmáli varð undirskrivaður í november, og 2. februar í 2000 stóð næsta flogfarið av slagnum British Aerospace 146-200 í Vágum. Síðan hevur Atlantic Airways víðkað nógv um talið á flogførum og fráferðum. Í dag eru fimm flogfør og tríggjar tyrlur í flotanum. Í januar 2008 undirskrivaði felagið sáttmála við Airbus um at keypa eitt nýtt flogfar av slagnum A 319. Ætlandi verður hetta flogfar sett í flúgving í 2012. Atlantic Airways varð í 2007 skrásett á íslendska virðisbrævamarknaðinum, tá lands­stýrið einskildi ein triðing av felagnum. Felagið er nú til próvtøku hvønn gerandis­ dag á altjóða fíggjarmarknaðinum, har parta­brøvini verða keypt og seld.


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.