Issuu on Google+

Apríl 2014

Tema

MB-Tours

Hennara nýggjur handil í miðbýnum

Vármótin

í miðbýnum

Føroya størsta úrval av brillum í miðbýnum

Gleðiligar

páskir


trygging.fo

FERÐAtRygging

Far bara - vit fylgja tær

Minst til at fáa alt við: Ferðatrygging - galdandi í londunum, har tú ferðast

Pass - kanna væl eftir og í góðari tíð áðrenn fráferð, um passið er galdandi

Reyða ella grøna kortið* - eru kravd í ymsum londum, tá ið tú ferðast uttanlands í bili

Visum - ávís lond krevja visum fyri at sleppa inn í landið

Bláa kortið* - vísir tær, hvar tú skalt ringja, um tú ert fyri óhappi uttanlands *Fæst á okkara deildum

Byrja ferðina hjá okkum, soleiðis at tú trygt kanst njóta hana!

Ferðast trygt – uttan mun til, hvagar leiðin gongur, ella hvørjum tú møtir.


3

6

4

16

8

13

Tema: MB-Tours 6 “Hennara” nýggjur handil í miðbýnum

25

Sølutorgið í Vágsbotni

17

Nýtt og føroyskt

15

15

Sniðgeving og uppseting: Loysnir við Ann-Mari B. Mouritsen Kreativ Samskipan: Ingibjørg Jacobsen Prent: Føroya Prent Tekstur: Grækaris D. Magnussen Myndatøkur: Miriam & Janus Forsíðumodell: Katrina Egholm Blómur: Akkuleya Hár/smyrsl: Laila Carlsen Fyrivarni verður tikið fyri villum og útseldum vørum. Svanamerktur prentlutur 541 705

24


MINST TIL KUFFERTIÐ!

Maria Poulsen Búnýti Tel 312 001

4

BýurinApríl 2014

|

Fax 314 657

|

bunyti@mp.fo


Føroya

størsta úrval av brillum

Frá okkum fært tú altíð eitt gott tilboð. Kom inn og fá professjónella vegleiðing.

Bøgøta 5 · Tel 310088 · optik@optik.fo

BýurinApríl 2014

5


Skjúrta frá Bosweel 698 kr. Slips 199 kr.

Skjúrta frá Bosweel 570 kr. Slips 399 kr.

Canson jakki 1.498 kr.

Kom inn Hjá Kissa og síggj okkara stóra úrval av skjúrtum, slipsum og klædningum

hjá 6

BýurinApríl 2014


Leðurjakki 3.598 kr.

K allkyn

Blusa frá Solid 349 kr.

Modell: Petur Allan Klementsen / Mynd: Miriam & Janus

K issa

BýurinApríl 2014

7


MOURITSEN´S BUSSA

Bryggjubakki 16 Tel 32 21 21 mb@mb.fo

MOURITSEN´S BUSSA

Navn: Magni V. Mouritsen Starv: Stjóri í MB-Tours Aldur: 38 ár Útbúgving: Akademiøkonomur í ferðavinnu Giftur við: Ann-Mari B. Mouritsen Børn: Teitur 11 ár, Búi 8 ár, Anna 5 ár

MB-Tours: Størsta cruise-ferðaskrivstova í Føroyum The grand old man í føroysku cruise-ferðavinnuni var í mong ár Sigurd Simonsen (sáli). Men í 2000 lótu Mouritsen´s Bussar upp ferðaskrivstovu, og í dag hava tey nógv flestu cruise-ferðaskipini, sum koma til Føroya. Seinastu árini hevur cruise-ferðavinnan veruliga tikið dik á seg í Evropa. Hendan vinnan hevur í mong ár verið stór í USA, í Miðalhavinum, og í oyggjunum í Karibiska havinum. Men seinnu árini hava stóru og stásiligu ferðafólkaskipini partvís broytt kós, og kósin er sett móti Evropa. Og tað sæst eisini aftur í Føroyum. “Fyri umleið 15 árum síðan komu 15 til 20 cruise-skip til Føroya. Í 2013 vóru tey komin upp í umleið 60,” sigur stjórin í MB-Tours, Magni V. Mouritsen. MB-Tours avgreiddi 50 av teimum umleið 60 cruise-skipunum, sum vitjaðu Føroyar í fjør. Men MB-Tours er so nógv annað og meira enn cruise-ferðavinna. 8

BýurinApríl 2014

Mouritsen´s Bussar

Tað byrjaði alt í 1983, tá pápi Magna V. Mouritsen, Mourits Mouritsen, keypti fyrsta bussin. Hetta var ein býbussur. Seinni útvegaðu teir sær fleiri bussar, og heilt til fyri nøkrum fáum árum síðan hevur felagið havt býbussar koyrandi í Tórshavnar kommunu. Sum fráleið fóru Mouritsen´s Bussar eisini yvir í ferðavinnuna. Teir útvegaðu sær bussar, sum burturav vórðu nýttir til koyring við ferðafólki. Í 2000 kom Magni V. Mouritsen heim aftur til Føroya eftir at hava tikið útbúgving sum akademiøkonomur í ferðavinnu. Tá stovnaðu tey ferðaskrivstovuna, MB-Tours, sum í veruleikanum er eitt hjáheiti til upprunaliga navnið, Mouritsen´s Bussar. Tá ið ferðaskrivstovan varð stovnað, átti felagið bæði býbussar og ferðavinnubussar. “Vit brúka bæði nøvnini, men tá tú samstarvar við útlendingar nyttar onki at brúka føroyska navnið, Mouritsen´s Bussar. Tí tóku vit MBTours aftrat,” sigur Magni V. Mouritsen.


Incoming ferðavinna

Fyrstu tíðina arbeiddi MB-Tours bæði við at skipa fyri ferðum úr Føroyum í útheimin, og úr útheiminum til Føroya, tað, vit nevna “incoming-ferðavinna.” Men fyri tað fyrsta vóru longu fleiri ferðaskrivstovur, sum seldu ferðaseðlar til føroyingar, sum ynsktu at ferðast uttanlands. Og so var tað eisini ein onnur avbjóðing: “Fólk fóru at nýta alnetið meira og meira. Tað er jú rættiliga einfælt at útvega tær ferðaseðlar á netinum. Fólk nýtast ikki at fara inn á eina ferðaskrivstovu at avgreiða tað. Tað er í hvussu er soleiðis, nógv hava tað. Og tí valdu vit í staðin at taka okkum av incoming-ferðavinnu. Men fyrst og fremst løgdu vit okkum eftir cruise-ferðavinnuni,” sigur Magni V. Mouritsen. Stjórin í MB-Tours helt seg síggja longu í 2000 og 2001, at cruiseferðavinnan fór at vinda uppá seg um okkara leiðir. Og í Føroyum var tað í stórum bara Sigurd Simonsen, sum fekst við hesa vinnuna. “Eg sá, at stóru reiðaravirkini, sum sigldu við cuise-skipum í Karibiska havinum, byrjaðu at kaga meira eftir Evropa. Tí valdi eg at satsa upp á júst hesa vinnuna. Og tað var rætt satsa, tí tað var júst hetta, ið hendi. Í dag er cruise-ferðavinnan í rúkandi framgongd í Evropa – og partvís í Asia eisini,” sigur Magni V. Mouritsen. Heilt síðan ferðaskrivstovan varð stovnað, hava tey verið á cruiseferðavinnustevnum einar tvær ferðir um árið, serliga í USA. “Tað er á slíkum stevnum, tú knýtir sambond, og soleiðis fært tú uppgávur,” sigur Magni V. Mourtisen.

Gekk skjótt rætta vegin

Fyrsta ferðafólkaskipið avgreiddi MB-Tours longu í 2001. Tað var fyri reiðaravirkið “Holland-America-line”. Síðan er tað bara gingið stútt framá. Í 2007 høvdu tey 14 skip, og í fjør var talið komið heilt upp í 50 skip 60 cruise-skipum íalt. Arbeiðið hjá MB-Tours liggur í at fyrireika allar útferðir og tiltøk, sum ferðafólkini ynskja. Tað er fyrireiking av bussum, ferðaleiðarum, útferðum og annað. Flestu ferðafólkini vilja uppliva mest møguligt teir umleið 8 tímarnar, tey eru í landi. “Tú kanst spyrja teg sjálvan, hvat tú hevði valt, um tú vart á einari cruise-ferð í Karibiska havinum, og tit komu til eina spennandi oyggj. Hevði tú valt bara at sæð eitt ávíst stað, ella hevði valt ein túr, har tú sást megin partin av oynni,” spyr Magni V. Mourtisen. “Vit royna tí at leggja soleiðis til rættis, at bussferðirnar eru so fjølbroyttar sum tilber, altso, at ferðafólkini síggja og uppliva mest møguligt av Føroyum hesa stuttu tíðina. Hini, sum ikki fara útferð meðan tey eru her, velja ofta at spáka aftur og fram í havnargøtum, til tey skulu umborð aftur,” sigur hann. Magni V. Mouritsen metir, at umleið 50.000 ferðafólk komu til Føroya við cruise-ferðaskipum í 2013. Og útlit er til, at hetta talið fer at vaksa upp aftur meira komandi árini.

“Fyri nøkrum árum síðan varð sagt, at tað vóru amerikanarar við miðalinntøku – ella miðalríkir amerikanarar, sum gjørdu cruise-ferðir. Soleiðis er tað ikki longur. Í dag eru tað so nógv onnur, sum eisini velja eina cruise-ferð,” sigur Magni V. Mouritsen.

Tríggjar ferðavinnubussar

Mouritsens Bussar/MB-Tours eigur í dag tríggjar væl útgjørdar ferðavinnubussar. Og ætlanin er fara undir aftur at gera meira við innlendis ferðavinnu. Hóast felagið hevur gjørt minni við incomingferðavinnu seinnu árini, so hava tey ongantíð slept tí heilt. “Vit hava alla tíðina havt nakrar størri bólkar og hava skipað fyri rættiliga stórum tiltøkum, m.a. ráðstevnum. Í størsta bólkinum vóru eini 500 fólk. Og við frálíku bussunum hava vit góðar møguleikar at skipa fyri tiltøkum fyri bæði føroysk og útlendsk ferðafólk. Men tað verða serliga bólkar, vit fara at taka okkum av. Sum sagt, tað hava vit jú ongantíð slept heilt, og tí liggur væl fyri at gera meira burturúr aftur nú,” heldur hann. Hendan dagin, eg vitji inni á skrivstovuni hjá MB-Tours á Bryggjubakka, er frálíkt veður. Úr skrivstovuvindeyganum síggja vit út yvir hundraðtals bátar í Vágsbotni og framman fyri Skálatrøð. Har liggur skipasmiðjan MEST. Sólin skínur, og hóast summarið framvegis er nakað fjart, kemur tú í ein summarsligan góðhýr. Og har fer eitt 8-mannafar tuffandi út millum bátabrýrnar og stevnir út av Havnarvág. Harút, sum stóru ferðafólkaskipini fara at liggja um einar tveir mánaðir. Tey, sum ikki fara at liggja við Molan. Tað er ljóst inni á ferðaskrivstovuni hjá MB-Tours. Á einum veggi hongur eitt stórt heimskort. Í dag er Magni V. Mouritsen einsamallur á skrivstovuni, men konan, Ann-Mari, arbeiðir eisini á skrivstovuni hjá MB-Tours. Her er talan um eina familjufyritøku, sum vil taka av teimum avbjóðingum, sum koma. Ein fyritøka, sum um fá ár kann fara at avgreiða upp aftur fleiri cruise-skip enn tey 50, sum tey avgreiddu í fjør. BýurinApríl 2014

9


skógvar

til ein og hvønn tørv

Clarks favor speed

kr. 950,-

Clarks slipon

kr. 650,Billi Bi

kr. 1.450,-

Green Comfort

kr. 1.175,-

Billi Bi camel

kr. 1.575,-

Green Comfort

kr. 1.175,-

www.fotbuni.fo 10

BýurinApríl 2014


Modell: Tóra Winther Reinert / Mynd: Miriam & Janus

Hennara Jumpsuit frá Fransa 499 kr.

BýurinApríl 2014

11


Linsan Optik

Í hugnaligu hølunum í veghæddini heldur Linsan Optik til. Tað er optikarin, Eydna Vágsheyg, sum eigur og rekur handilin. Her kemur kundin í fyrstu røð og við merkjum sum Lindberg og Ray Ban sæst, at dentur verður lagdur á góðsku.

Linsan Optik tel 213036 linsan@mail.fo

Tilboð

Útvald brillustell: bert

1 kr.

við keypi av nýggjum brillugløsum. Tilboðið er galdandi 10.-30. apríl 12

BýurinApríl 2014


Maria Poulsen Búnýti Tel 312 001

|

Fax 314 657

|

bunyti@mp.fo

BýurinApríl 2014

13


4

3 2

1

Stórt úrval av klæðum

til hansara

5

7

6

8

1. 2. 3. 4. 14

Army skjúrta T-shirt Buksur Denim skjúrta

BýurinApríl 2014

kr. 499,kr. 249,95 kr. 599,kr. 359,-

5. 6. 7. 8.

T-shirt Shorts Bertoni skógvar T-shirt

kr. 169,kr. 399,kr. 999,úr kr. 100,-

Kallkyn Vágsbotnur / tel 316206 / kallkyn@olivant.fo


Christiano Ronaldo & JBS / CR7 trunks 169 kr. / CR7 boxer 199 kr.

Solid Leðurjakki kr. 1.899,-

Blend Skjúrta kr. 359,Jeans kr. 599,-

Bertoni Leðurjakki kr. 2.600,-

Steinvaskað jeans skjúrta kr. 499,BýurinApríl 2014

15


Jeans Prísur úr 499,til 699,-

16

BýurinApríl 2014

Kallkyn


Lekrar føroyskar pútur frá Vimu 320 kr.

Stórt úrval av føroyskum troyggjum frá Vimu

Føroyskar húgvur frá Rannvu 295 kr.

Føroyskar troyggjur við nýggjum sniði frá Vimu Til kvinnur 890 kr. Til menn 990 kr.

Lekkur hondbundin taska. Frá Vimu. Uttan snarlás 350 kr. Við snarlási 400 kr.

&føroyskt

t t ý n

Skinn handskar frá Rannvu 395 kr.

Húgva frá Vimu 220 kr.

Turriklæði frá Vimu 350 kr. Vøttir frá Vimu 270 kr.

Lekrir hálvgummistivlar frá Alaska 375 kr.

Vøttir frá Vimu 200 kr.

Barnasokkar, 7 pør í pakkanum 70 kr.

Vit hava stórt úrval av føroyskum vørum frá Vimu í Klaksvík BýurinApríl 2014

17


Áarvegur 5 · Tel 27 40 75

nýggjur handil í miðbýnum í Havn

Jakki 599 kr. T-shirt 199 kr. Buksur 399 kr.

Cardigan 399 kr. Buksur 399 kr. Toppur 130 kr. Skjúrta 399 kr. Niðurdeilur 300 kr. Nylonsokkar 84 kr.

18

BýurinApríl 2014


hennara

15. mars í ár lat nýggjur handil upp á Áarvegi 5. Tað er Anna Petersen, sum eigur og rekur handilin “Hennara.” Anna er útbúgvin stílcouch/ stílistur á Stylewise Academy við Tini Owild í Keypmannahavn, so tað var nærliggjandi hjá henni at lata ein klædnahandil upp. Anna Petersen hevur lagt seg eftir at selja klædnamerkir, sum ikki eru at fáa til keyps í Havn frammanundan. Í “hennara” fært tú merkjavørur sum m.a. Fransa, hollendska merkið BLACK, danska Henriette Steffensen, italska merkið Good Morning Universe og portogisiska merkið Salsa. Kom inn í Hennara og síggj øll tey flottu klæðini. Og hevur tú tørv á vegleiðing, hjálpir Anna tær at finna røttu klæðini, klæðir sum tú veruliga kemur at kenna teg væl í.

Upplatingartíðir:

Mánadag - hósdag: 12.00-17.30 Fríggjadag: 12.00-18.00 Leygardag: 10.00-14.00 BýurinApríl 2014

19


Gunnva Biker jakki frá Studio Std. 38 - 56 899 kr.

Djóraprent

Hennara Armband frá Henriette Steffensen 359 kr.

Hennara Kjóli frá Henriette Steffensen 799 kr.

Hennara Blusa frá Fransa 399 kr.

Hennara Blusa frá Henriette Steffensen 499 kr.

Gunnva Turriklæði 249 kr. Hennara Skjúrtublusa frá Henriette Steffensen 599 kr. 20

BýurinApríl 2014

Gunnva Taska frá Orella Paris 649 kr.


Skjúrta frá Bertoni 599 kr. Jakki frá Bertoni 1.899 kr. Butterfly frá Lindbergh 200 kr.

Modell: Petur Allan Klementsen / Mynd: Miriam & Janus

K allkyn

BýurinApríl 2014

21


Toppur frá Mat Std. 36-56. Fleiri litir.

549 kr.

22

BýurinApríl 2014


Vit hava stórt úrval av merkinum Mat

Stødd 36-56 Kom inn í handilin og finn røttu støddina til tín

Jeans frá Veto 749 kr. Std. 38-54 / Longd 32 og 34

Jeans frá Veto 749 kr. Std. 38-54 / Longd 32 og 34

Jeans frá Veto 749 kr. Std. 38-54 / Longd 32 og 34

Jeans Studio-Army 849 kr. Std. 38-56

GUNNVA All size 36-56

BýurinApríl 2014

23


Bussar til øll endamál 24

BýurinApríl 2014

MOURITSEN´S BUSSAR Tel 32 21 21 · 21 44 53 · mb@mb.fo


Skjúrta 799 kr. Buksur 379 kr.

Modell: Tóra Winther Reinert / Mynd: Miriam & Janus

G unnva

BýurinApríl 2014

25


Sølutorgið í Vágsbotni Vøran skal vera betri enn í handlunum

Tað er bara ein treyt fyri at selja á sølutorginum í Vágsbotni: Tað, sum selt verður, skal vera nógv betri enn tað, sum fæst í handlunum. Teir báðir útróðrarmenninir, Mortan Johannesen og Carl August Arge eru ímyndin av Sølutorginum í Vágsbotni. Teirra frálíku fiskavørur gleða ikki bara havnarfólk, men eisini onnur, sum koma langvegis bert fyri at fáa feskt. Fyrr vóru tað Seiðagimmi og aðrir, kanska serliga nólsoyingar. Hendan leygardagin verður bara selt á básinum hjá Mortani Johannesen. Abbasonurin, 22 ára gamli Hanus á Bøgarði, selur. Hann er hugagóður. Tekur væl ímóti viðskiftafólkunum. Abbin hevur bjóðað abbasoninum part av tí, sum kemur inn av søluni. So nú ræður um at selja mest møguligt.

Alt gott úr sjónum

Á Básinum ella plintinum hjá Mortani Johannesen og Hanusi á Bøgarði er alt gott úr sjónum: Toskaflak, rogn, ræstur fiskur, turt tvøst og turt spik, kjálkar, lippur og heimagjørdar frikadellur og heimagjørd knetti. 26

BýurinApríl 2014

“Eg plagi at siga, at hetta eru vistfrøðiligar frikadellur og vistfrøðilig knetti. Tí her er alt natúrligt, heldur ikki mjøl havi eg koyrt í,” sigur Mortan Johannesen. Og væl eru frikadellurnar og knettini hjá Mortani Johannesen dámd, tí tað stendur á gera nóg mikið. “Vit megna ikki at standa søluni kurl,” sigur hann

Tikið í nýtslu í 2008

Mortan Johannesen hevur verið sjómaður stóran part av sínum vaksnamannalívi. Hann hevur eisisini fingist við aling. Í 2000 lánti hann ein útróðrarbát frá beiggja sínum, Sonna Johannesen, og tá byrjaði hann at selja í Vágsbotni. “Eg byrjaði at selja feskan fisk. Síðan fór eg undir at ræsa fisk umborð á útróðrarbátinum, tað var tað nærmasta, eg kundi koma røstum trolarafiski. Síðan fór eg at skera flak,” greiður Mortan Johannesen frá. Spakuliga víðkaði hann virksemið. Tá tað ikki var útróðrarveður, byrjaði hann at gera frikadellur og knetti. Men so kom Heilsufrøðiliga Starvsstovan inn í myndina. Starvsstovan setti ymisk krøv til reinføri og líknandi. Tórshavnar kommuna fór tá undir at umbyggja økið. Og í juni mánað í 2008 varð nýggja sølutorgið tikið í nýtslu.


Oddvørsa

FISKA UPPSKRIFT

Frá sjógæti til grønmeti

Undirtøkan hevur verið góð, síðan nýggja sølutorgið var�� tikið í nýtslu. Hugurin at selja hevur verið góður, og keypshugurin hevur eisini verið góður. Í dag er sølutorgið í Vágsbotni ein inngrógvin partur av býarmyndini. Og her er lív í alt árið. Fiskur og fiskavørur verða seldar alt árið. Aftrat fiskavørunum verður grind seld, tá grind hevur lagt beinini ymsastaðni í Føroyum, í havhestatíðini, t.e. frá umleið 25. august til 10. september, vera havhestaungar seldir - bæði svidnir og skrædlaðir, nýggj føroyskur epli, røtur, jarðber og annað grønmeti, sum er vaksið í Føroyum, verður eisini selt. Hevur tú hug at selja eitthvørt á Sølutorginum í Vágsbortni, kanst tú seta teg í samband við Skivuna ella við Mortan Johannesen. Sum hesin 71 ára gamli útróðrarmaður leggur dent á: “Einasta treytin er, at vøran er betri - helst nógv betri, enn tað, tú fært í handlunum.”

Toskur við tomat og persillu (4 fólk)

500 gr. av toskaflaki Grovt salt Saft og skal av einari sitrón 1 dl av góðari olivinolju 12 smáar cherrytomatir 1 reyðleyk 1 tyssi av persillu Sker toskaflakið í hóskandi stykkir, legg stykkini í eitt eldfast fat við bakipapíri. Legg lok á og baka í uml. 15 minuttir í 175 hitastigum. Fiskurin skal verða hvítur og fastur. Legg fiskin á eitt fat, rív skalið av sitrónini og trýst saftina úr. Blanda rivið sitrónskal og saft saman við olivenolju. Sker tomatirnar í stykkir, og leykin í terningar. Koyr alt oman yvir fiskin og klipp persillu omanyvur.

BýurinApríl 2014

27


- tí tú ert nakað serligt...1


Byurin april 2014