Øll hava rætt til góð barnaár

Page 1

Øll hava rætt til

GÓÐ BARNAÁR

”Eg fann útav, at tað eri ikki bara eg.” (Drongur, 10 ár) ”At møta øðrum, sum eru í líknandi støðu, hevur gjørt, at eg ikki kenni meg so einsamalla meira, og eg skilji nú, at tað ikki er mín skyld, at mamma drekkur.” (Genta, 12 ár)


”Øll hava rætt til góð barnaár” er ein liður í fyribyrgjandi verkætlanini hjá Bláa Krossi Føroya, har vit bjóða børnum og ungum, ið hava foreldur við rústrupulleikum, í bólk saman við øðrum børnum, sum eru í líknandi støðu. Børnini og tey ungu hittast javnan, har tey møta sínum javnlíkum. Við serkønari hjálp og vegleiðing práta tey saman um sínar upplivingar, kenslur og tankar.

Øll hava rætt til

GÓÐ BARNAÁR


Endamálið við bólkunum er at geva børnunum/teimum ungu møguleika til at: • Uppliva, at tey ikki eru tey einastu, sum hava foreldur við rústrupulleikum. • Tosa við onnur í líknandi støðu um sínar kenslur og tankar. • Skilja, at tað ikki er teirra skuld, at foreldrini nýta rúsdrekka/rúsevnir, og at tað ikki er teirra ábyrgd at fáa tey at gevast. • Fáa kunnleika um tað at vera bundin av rúsevnum, og at fáa eina fatan av, hvat tað er, sum hendir við foreldrum, ið eru bundin av rúsdrekka/rúsevnum.

Genta 14 ár: ”Tað var ræðuligt alla tíðina at goyma, at babba drakk.” Genta 15 ár: ”Pápi mín fór at drekka, tá ið eg var fødd, og tí havi eg altíð følt, at tað er mín skyld, at hann drekkur. Tá ið eg byrjaði í bólkinum, fekk eg greiðu á, at tað er ikki mín skyld.”


Til foreldur Hevur tú ella maki tín ein rústrupulleika, kann tað ofta ganga út yvir børnini. Kennir tú til: • Stúran. • Ringa samvitsku. • Óvissu um trivnaðin hjá barninum/børnunum. • At nógv orka fer til at krógva rúsmisnýtsluna fyri barninum/børnunum. Sum útgangsstøði vita vit, at foreldur altíð ynskja tað besta fyri síni børn. Hetta er tó ikki altíð so lætt, - serliga um lívsviðurskiftini eru trupul. ..............................................................................

Til børn og ung • Ert tú ofta stúrin um mammu ella pápa tín? • Kennir tú teg ofta einsamalla/n – eisini tá tú er saman við øðrum? • Dugir tú væl at lata sum um, at alt er í lagi, sjálvt um tú kanska ert kedd/ur og særd/ur? • Kennir tú teg ofta øðrvísi – sum at ongin skilur teg? • Upplivir tú, at tað er trupult heima, og at tú ikki hevur hug at bjóða vinum heim at vitja teg orsakað av tí, at umstøðurnar heima eru truplar? Nógv børn og ung, sum hava foreldur við rústrupulleikum, siga, at tey hava tað soleiðis, og at tey kenna seg einsamøll. Kundi tú hugsað tær at møtt øðrum, sum eru í líknandi støðu?


................................................................... Í bólkunum ”Øll hava rætt til góð barnaár” hittir tú onnur, sum eisini hava foreldur við rústrupulleikum. Vit fara at gera ymiskt saman, t.d. bowla, fyri at læra hvør annan betur at kenna. Eisini fara tit at læra um rústrupulleikar, og hvussu tað kann ávirka alla familjuna. Tað kann vera gott at tosa við vaksin og børn, sum skilja teg, tí at tey eru ella hava verið í líknandi støðu. ...................................................................

Ung, sum hava verið í bólki, hava sagt: Drongur 13 ár: ”Eg vænti ongantíð, at eg fari at gloyma tað, sum hendi í bólkinum. Tað er í fleiri førum hent, at eg havi hugsað um okkurt, sum onkur segði, ella okkurt, sum vit gjørdu, og tað hjálpir mær.” Genta 16 ár: ”Eg hugsi so nógv í mun til mínar vinir. Havi altíð verið meira ábyrgdarfull enn tey. Meira vaksin. Tað var eg eisini noydd til at vera, tá ið eg var barn.” ................................................................... Hevur tú hug at koma í bólk, ella kennir tú onkran, sum kanska hevur hug, ella vilt tú vita meira, er tú vælkomin til at seta teg í samband við bólkaleiðararnar við senda ein teldupost til: bolkar@blakross.fo ella ringja á telefon: 770708 ella 770709 ...................................................................


....................................................................... Tú kanst eisini lesa meira á heimasíðuni: www.blakross.fo ....................................................................... Ella vitja okkara síðu á Facebook, Øll hava rætt til góð barnaár ....................................................................... Vit gleða okkum til at møta tær :)

snið: krea . prent: tonito

....................................................................... Blái Krossur Føroya Heiðavegur 32 FO-600 Saltangará Telefon 770 700 blakross@blakross.fo www.blakross.fo

.......................................................................


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.